Fiskikapping
sep 11. 2020
Aftur í ár sluppu næmingarnir í 6. flokki til fiskikapping. Hesuferð varð tað saman við 6. flokki í Skála skúla. Veðrið var ikki tað allarbesta, men næmingarnir vóru spentir at sleppa í bát at fiska. Lagið var gott og hugurin var góður. Fyrsti fiskurin var fangaður rímiliga skjótt, men so gekk rættiliga leingi ímillum fiskarnar. Børnini royndu at halda góða lagið, men skjótt sást, at hugurin dalaði. Tá ið alt kom til stykki, vóru 6 fiskar fangaðir, ein toskur, ein longa og fýra hýsir. Hóast lítla fongin, vóru næmingarnir glaðir fyri møguleikan at sleppa at fiska við einum so fínum báti og einum so fittum 6. flokki í Skála skúla.
Nýggjastu tíðindi
Leiðaraskiftið
apr 15. 2026
Royndardagur
apr 14. 2026
Virkisvitjan
apr 8. 2026
Páskaferia
mar 27. 2026
Mildleiki sum Dávid
mar 26. 2026