Tíðindi

Starvsfólk til Frískúlan í Kelduni

jun 5. 2020

 

Frískúlin, Keldan søkir eftir hesum hesum størvum fyri skúlaárið 2020/2021.

  •  1 lærara í tíðaravmarkað starv vegna lærara í farloyvi. Skúlanum tørvar lærara til m.a. føroyskt, rokning og ítrótt. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1.okt.
  • 1 lærara í tíðaravmarkað starv vegna lækkað tímatal og møguligar avlopstímar. Skúlanum tørvar lærara til forskúlaøkið og tónleik. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1.okt.
  • Eitt hjálparfólk á 18 tímar um vikuna vegna avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. okt.

 

Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari: 

  • Hevur læraraútbúgving og royndir
  • Tekur undir við og vilt arbeiða fyri visjónini hjá frískúlanum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • Ert fleksibul og dugir at samstarva og ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum

 

Um frískúlan:

Samkoman Keldan í Skálafirði hevur stovnað frískúlan. Frískúli og frítíðarstova eru á sama stað. Hølini í Kelduni eru nýmótans og vælegnað til skúlavirksemi. Umhvørvið í Skálafirði er eisini ein góður karmur um hetta virksemið. Skúlaárið 2020/2021 verða umleið 95 børn frá forskúla til 7. flokk.

 

Vit kunnu bjóða:

Eitt áhugavert starv við fjølbroytni í gerandisdegnum, har námsfrøðingar og lærarar samstarva. (sí www.fsk.fo)

 

Setanarviðurskifti:

Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag Hjálparfólkastarvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umsókn:

Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli, skal vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 19. juni kl. 12.00.

 

Vinarliga send umsóknina umvegis teldupost: friskulin@keldan.fo

Nýggjastu tíðindi

Filmur frá ítróttar­degnum
jun 6. 2025
Starvslýsing
jun 5. 2025
Trivnaðardagur
mai 22. 2025
Einstaklingasamrøður
apr 30. 2025
4.flokkur leggur tíðindi út
apr 22. 2025