Tíðindi

Kunning

mai 17. 2020

Góðu foreldur og avvarðandi.

Sum kunngjørt, sleppa eldru næmingarnir í skúla aftur mánamorgunin 18. mai. Vit gleða okkum at fáa allar flokkarnar aftur í skúla. Fyri at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, eru fleiri tillagingar gjørdar.

Neyvari kunning er løgd út á heimasetningin hjá einstøku flokkunum.

Av tí at bussleiðin ikki koyrir við fullum bussum, koma allir flokkarnir ikki at møta samstundis um morgunin. 5-7.fl. møtir við seinnu bussleiðini, sum er í skúlanum uml. kl. 9.20. Yngru flokkarnir koma at brúka leiðina vit vanliga brúka um morgunin, soleiðis at til ber hjá øllum næmingum skúlans at brúka bussleiðina.
Yngru flokkarnir fara heim við bussinum kl. 13.45 sum vanligt. 6.-7. fl. kunnu fara heim tá, um pláss er við bussinum, men annars bjóða vit lektiu cafe til seinni bussurin fer kl. 14.45.

Næmingarnir hava møtiskyldu millum kl. 9.30 – 13.30 og ynskja vit, at tit boða frá, um tykkara barn, av onkrari orsøk, ikki kemur í skúla.
Tit eru altíð vælkomin at ringja ella skriva til lærarar skúlans um onkrir spurningar ella ivamál eru.
Við vón um framhaldandi gott samstarv.

Vh. Frískúlin Keldan

Nýggjastu tíðindi

Filmur frá evnisvikuni
apr 2. 2024
Spæliplássið tikið í brúk!
mar 20. 2024
Áhugaverdur felagsforeldrafundur
mar 14. 2024
Evnisvika
mar 11. 2024
Felagsforeldrafundur mikudagin 13/­3 kl 19
mar 5. 2024