Tíðindi

Busskoyring í viku 20

mai 7. 2020

Bussleiðin koyrir aftur frá mánadegnum 11. mai.

Men tað verður sera avmarkað koyring. Bert 9 fólk sleppa við størstu bussunum, 5 fólk við miðal stóru og 3 fólk við minstu bussunum. (Hetta er tað, sum vit vita í løtuni)

Umframt tað, er neyðugt at ringja tlf. 233320 kvøldið fyri áðrenn kl. 19 og upplýsa navn og tlf. og upplýsa hvørjar túrar barnið skal við dagin eftir.

Hetta er ein sera keðilig støða og tí fara vit at heita á foreldur, sum hava møguleika at koyra børnini í skúla, um at gera tað. So kunnu tey foreldur, sum ikki hava møguleika at koyra, brúka bussleiðina.

Vit eftirmeta støðuna í næstu viku og fara at arbeiða fyri eini aðrari loysn, um tilmælini ikki broytast.

 

Vinarliga,

Frískúlin Keldan

 

 

Nýggjastu tíðindi

Skúlin er liðugur
jun 22. 2026
Starvs­fólk til Frískúlan í Kelduni, skúlaárið 2026/­2027 
mai 29. 2026
7. flokkur á vitjan
mai 8. 2026
FabLab
mai 5. 2026
Útferð
apr 29. 2026