Tíðindi

Kunning

mar 18. 2020

Sum tit vita, hava vit eftir tilráðing frá Mentamálaráðnum steðga allari skúlagongd frá mánadegnum 16. mars og tvær vikur fram til fríggjadagin 27. mars.
Nærri kunning kemur í næstu viku, hvussu støðan verður aftaná 27. mars.

Ímeðan skúlin er stongdur, arbeiða starvsfólk skúlans og næmingarnir heimanífrá, í tann mun tað letur seg gera. Næmingarnir hava sostatt fingið heimaarbeiði at gera, međan skúlin er stongdur. Samskift verður umvegis heimasíðuna ella í samráð viđ lærarar skúlans.

Hetta er ein serlig tíđ og vit mugu, í mest møguligan mun, halda fjarđstøđu fyri at verja hvønn annan. Tó er neyđugt at samfelagið ikki heilt steđgar upp og tí verđur mælt til at skipað fyri neyđansing, um tørvur er á tí.
Til ber hjá foreldrum at børnum í forskúla til 3. flokk at ringja til skúlaleiðsluna (Annika tel. 748755) um tey hava tørv á neyđansing. Henda serskipan er bara galdandi fyri tey børn, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum eru fyri munandi lønarmissi, um tey ikki møta til arbeidis. Skipanin er sostatt ikki galdandi í teimum føri, har møguligt er at arbeiđa heimanífrá.
Um aðrar tilráðingar koma, leggja vit kunningina út á heimasíðuna.

Vh. Frískúlin Keldan.

Nýggjastu tíðindi

Spæliplássið tikið í brúk!
mar 20. 2024
Áhugaverdur felagsforeldrafundur
mar 14. 2024
Evnisvika
mar 11. 2024
Felagsforeldrafundur mikudagin 13/­3 kl 19
mar 5. 2024
Skúla­leikir
feb 28. 2024