Tíðindi

Skúlin letur aftur mánadagin 16.mars

mar 12. 2020

Góðu foreldur og onnur avvarðandi.

Eftir tilráðing frá Mentamálaráðnum steðgar øll skúlagongd frá mánadegnum 16.mars og tvær vikur fram til fríggjadagin 27.mars.

Myndugleikarnir mæla til, at vit vísa størsta varsemi og at vit eru serliga umhugsin og ábyrgdarfull komandi tíðina. Ímeðan skúlin er stongdur, arbeiða starvsfólk skúlans og næmingarnir heimanífrá, í tann mun tað letur seg gera. Lærarar skúlans geva næmingunum hóskandi heimaarbeiði við heim í morgin.

Samskift verður umvegis heimasíðuna, so tí er týdningarmikið, at tit javnan fylgja við á heimasíðuni. Um heilt serligar umstøður gera seg galdandi, og tað als ikki letur seg gera at hava børnini heima, ber til hjá foreldrum at børnum í forskúla til 3.flokk at ringja til skúlaleiðsluna ( Annika tel. 748755) áðrenn fríggjadagin 13. mars kl. 13. Henda serskipan er bara galdandi fyri tey børn, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan annan møguleika hava fyri ansing annars.

Um aðrar tilráðingar koma, leggja vit kunningina út á heimasíðuna.

Vh. Frískúlin Keldan.

 

Summary in English

 

Dear parents and/or guardians

The school will be closed from Monday the 16th of March and for 14 days.

Teachers will work from home, so please stay informed on your children’s class website.

Nýggjastu tíðindi

Spæliplássið tikið í brúk!
mar 20. 2024
Áhugaverdur felagsforeldrafundur
mar 14. 2024
Evnisvika
mar 11. 2024
Felagsforeldrafundur mikudagin 13/­3 kl 19
mar 5. 2024
Skúla­leikir
feb 28. 2024