Tíðindi

Foreldrakaffi & innskriving til 1.flokk

jan 26. 2020

Hósdagin 30. januar millum kl. 16 og 17.30 skipa vit fyri foreldrakaffi í lonini (har frítíðarstovan helt til áðrenn heystfrítíðina) har tit eru vælkomin til eina hugnaliga løtu.

Samstundis verður møguleiki fyri at innskriva næmingar í 1.flokk.

Havi dóps- ella navnabræv við.

Frískúlin Keldan er ein frískúli, har dentur verður lagdur á kristnu virðini. Okkara endamál er skapa eitt umhvørvi við íblástri, trivnaði, læring og persónligum vøkstri.

Sí annars heimasíðu okkara: www.fsk.fo

Ynskir tú fleiri upplýsningar, kanst tú ringja til skrivstovu skúlans tel. 442502, ella til Anniku Høj, fart. 748755

Nýggjastu tíðindi

Virkisvitjan
apr 8. 2026
Páskaferia
mar 27. 2026
Mildleiki sum Dávid
mar 26. 2026
Valdagur
mar 25. 2026
Framløga um langmóð
mar 25. 2026