Tíðindi

Leiðreglur, tá skúlagongdin verður avlýst.

jan 5. 2020

Fyri at ikki ov nógv ivamál skulu verða, tá ið veðrið er ivasamt, vilja vit kunna um nakrar leiðreglur.
Sum meginregla verður skúlagongdin avlýst á morgni, tá ið bussarnir (leið 400/440) ikki koyra. Um leiď 440 koyrir, er ikki grundarlag at avlýsa, tí flestu børnini koma viď tí bussinum.
Vidhvørt kann tađ henda, at bussar verða avlýstir t.d. á miđdegi. Tá fáa vit vanliga bođ um, at SSL fer at avlýsa og næmingarnir sleppa heim vid bussum, áđrenn teir gevast at koyra.
Avvarďandi hjá næmingum í 3-7 fl. fáa boð umvegis myaviso (ein smsskipan).
Vanliga royna vit at fáa fatur á foreldrunum hjá yngru børnum( F+1+2. fl.) um so er, at tey verða send heim, áđrenn skúlagongdin er liðug. Tá ið veðrið er ivasamt, er tad gott, um tit svara telefonini, tá ið vit royna at fáa fatur á tykkum.
Um aðrar umstøđur enn veður ávirka skúlagongdina, fáa tit boð umvegis myaviso.
Tí er tað týdningarmikið, at vit hava røttu tlf.nr. Eru ivamál, ber til at tosa vid flokslæraran ella skúlaleiðaran.

Nýggjastu tíðindi

Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026
Hátíðarløta í frískúla­num Kelduni
aug 15. 2026
Kunning um fyrsta skúladag 26/­27
jul 30. 2026
Skúlin er liðugur
jun 22. 2026