Tíðindi um frítarstovuna
sep 25. 2019
Góðu foreldur!
Av tí at vit hava havt vatnskaða í frítíðarstovuni í summarfrítíðini, skal gólvið í gongini skiftast. Meðan handverkararnir eru har, er neyðugt at finna onnur hølir til frítíðarstovuna.
Vit meta, at frægasta loysnin er at brúka glasbygningin omanfyri Kelduna og barnasalin til frítíðarstovu hetta tíðarskeið.
Hetta er galdandi frá týsdegnum 1. oktobur. Arbeiðið kemur væntandi at taka 2-3 vikur. Inngongdin verður omanfyri, og møguleiki er at koyra niðanum, tá ið tit koma við børnunum og heinta tey. Sí mynd.
Eru ivamál, eru tit vælkomin at ringja til skrivstovuna á tlf. 442502
Vinarliga
Frítíðarstovan
Nýggjastu tíðindi
Fletting, 8.okt 2026
okt 8. 2026
Kappingar í ánni
okt 7. 2026
Fløskuraket
sep 23. 2026
Rudda Føroyar
sep 18. 2026
Evnisdagar í 6. og 7. Flokki
sep 11. 2026
Myndarøð