Tíðindi

Trivnaðardagur 23. mai

mai 23. 2019

Evnið var "Kappist um at vísa hvør øðrum virðing." Róm. 12:10
Dagurin byrjaði við, at Beinta Vang fortaldi søguna um Mofiboset, abbason Saul og son Jónatan í Gamla Testamenti, sum Dávid kongur vísti virðing fyri, hóast onnur ikki virdu hann.
Síðani var fyrireika til framførslur:
F-2. flokkur framførdu sangin "Tú ert ein sólstrála" hjá Bárði á Lakjuni.
3.-4. flokkur framførdu leik um Mofiboset.
5. flokkur og onkrir næmingar í 6. flokki gjørdu lamineraðar plakatir til allar flokkarnar við evninum um at vísa virðing.
6. og 7. flokkur bakaðu vaflur til allan skúlan.

Ímeðan framførslurnar vóru eftir middag, fingu øll nýbakaðar vaflur, mjólk og te.

Sí myndir niðanfyri :-)

Nýggjastu tíðindi

Sjósavnið
okt 27. 2026
VAKT
okt 21. 2026
Fletting, 8.okt 2026
okt 8. 2026
Kappingar í ánni
okt 7. 2026
Fløskuraket
sep 23. 2026
Myndarøð