Tíðindi

Vikukapping

jan 16. 2025

Hvussu eitur gongustjørnan?

Í vetur hava nakrar ógvuliga bjartar "stjørnur" verið at sæð um kvøldarnar. Nakrar av hesum eru í roynd og veru ikki stjørnur, men gongustjørnur. Til vikukappingina skulu tit gita, hvør ein av hesum er. 

Í okkara sólskipan eru 8 gongustjørnur. Okkara gongustjørna eitur jørðin, og er tann triðja frá sólini. Tann gongustjørnan tit skulu gita er nummar 4 frá sólini. Hon er gongustjørnan, sum er næst jørðini. Gongustjørnin er turr og lítil gongustjørna. Ýtan er reyð og grýtut. Hon hevur íspólar og tunt lofthav. Hitin er millum 5 °C og 125 °C. Har er ofta óveður. Hitastigini á gongustjørnuni eru -63 °C.

Gongustjørnan verður eisini kallað "Tann Reyða Gongustjørnan".

Tit kunnu gita her. Seinasta freist at gita er týskvøldið.

 

Nýggjastu tíðindi

Rennidagur, 21. aug 2026
aug 21. 2026
Fyrsti skúladagur
aug 15. 2026
Hátíðarløta í frískúla­num Kelduni
aug 15. 2026
Kunning um fyrsta skúladag 26/­27
jul 30. 2026
Skúlin er liðugur
jun 22. 2026