Seturskúli í Kunoy
1.-2. juni var 4. flokkur á seturskúla í Kunoy og Klaksvík. Veðrið var av tí allarfrægasta. Næmingarnir høvdu nógvar stuttligar og læruríkar upplivingar, m.a. vóru tey Úti í Grøv, vitjaðu Klaksvíkar sløkkilið, gingu túr niðan á Klakk, gørdu eina postarenning, svumu, ótu pizza, spældu nógv úti, og sjálvandi klatraðu tey upp á Eggjarstein. Ein sera góður og spennandi túrur.