Fyrsti skúladagur
18. august byrjaðu 14 nýggj børn í okkara forskúla.
Hesi børnini koma úr Sjóvar, Runavíkar og Nes kommunu.
Forskúlin saman við 1. og 2. flokki vóru boðin fyrrapartin saman við foreldrum, har vit høvdu eina felags løtu saman í stóra sali.
Aftaná felagsløtuna fóru flokkarnir í stovurnar, har flokslærararin tók ímóti teimum. Eldru flokkarnir møttu á middegi til felagsløtu og fóru eisini í flokkarnar saman við sínum flokslærara.
Á skránni var sangur, søga við drama og vælkomst til allar flokkarnar, har tey fingu ein lítlan posa við eini gávu í av einum firvaldi.
Hvørt ár hava vit eitt høvuðsevni, sum gongur aftur ígjøgnum árið. Hetta skúlaárið hava vit evnið: “Firvaldurin.” Endamálið er at varpað ljós á, at hvør einstakur firvaldur, sum ímyndar ta einstaka barnið, er týðandi og hevur virðið.
Hetta skúlaárið ganga 97 næmingar í frískúlanum.
Elisabet Høj hevur tikið myndirnar