Ofta spurt

Ofta spurdir spurningar

Áttu børnini ikki at verið í almenna skúlanum, so tey kundu verið vitnir, salt og ljós?

  • Børn eru ikki evangelistar, men næmingar, sum skulu venjast í einum góðum og harmoniskum umhvørvi fyri sína egnu skuld og fyri at læra
  • Tað kemur ein tíð, tá børn og ungdómar sjálv vilja vinna onnur menniskju og vitna fyri Jesus, men tíðina og løtuna fyri hesum avgera tey sjálv
  • Børn gera ikki altíð tað, sum foreldrini siga, men tey gera tað, sum tey síggja foreldrini gera. Um foreldrini ganga undan, sum ein fyrimynd, so lærir barnið at taka við, sum tíðin gongur

Eru ikki nógvir kristnir lærarar í fólkaskúlanum?

Jú, avgjørt. Tíbetur hava vit so nógvar persónliga kristnar lærarar í fólkaskúlanum, og tað skulu vit ikki undirmeta. Vit hava so sanniliga brúk fyri teimum, og teir gera eitt gott arbeiði.

Hvat kostar tað fyri ein næming?

Frískúlin fær 85% í stuðli frá landsmyndugleikanum, og foreldrini gjalda 15%. Gjaldið hjá foreldrunum fyri hvørt barnið verður á leið 600-700 kr. um mánaðin.

Hvat er munurin á tykkara skúla og einum vanligum fólkaskúla?

  • Menningarætlanir fyri einstaka næmingin
  • Menning av tí heila menniskjanum: Í kunnleika, sosialt, likamliga og andaliga
  • Forskúli, skúli og frítíðarstova – alt á einum staði
  • Størri áherðsla á tey kristnu virðini í skúlaumhvørvinum

Hví skulu tit hava kristnan frískúla?

  • Geva foreldrum eitt annað val at velja skúla fyri síni børn. Í grein 26 í heimsyvirlýsingini hjá ST um mannarættindi stendur m.a. at  “Foreldur hava rætt til at velja tann skúlan, børn teirra skulu ganga í.” Við øðrum orðum, foreldur hava fyrsta rætt at velja, hvat slag av undirvísing skal verða givin børnum teirra
  • Útbúgving hevur altíð, upp ígjøgnum søguna, verið ein týðandi partur av kirkjunnar arbeiði
  • Frískúlar aðrastaðni vísa góð úrslit (t.d. í Svøríki)
  • Heimið og skúlin  - sama virðisgrundarlag
  • Áhugaði og luttakandi foreldur
  • Lærarar og foreldur eru samd
  • Kristiligt skúlaumhvørvi – vernd fyri menningini hjá næminginum
  • Eitt kristiligt skúlaumhvørvi – er ikki hóttandi – men stuðlandi og fyrigevandi

Hvussu verða foreldrini tryggjað, at næmingarnir fáa eina breiða undirvísing?

  • Tað eru ávísar mannagongdir, sum ein frískúli skal fylgja. T.d. stendur í lógini um frískúlar, at undirvísingarætlan skúlans skal góðkennast av landsstýrismanninum í mentamálum ella útbúgvingarmálum
  • Frískúlin kemur at fylgja støðinum í  lesiætlanini fyri fólkaskúlan
  • Opinleiki og gjøgnumskygni skal eyðkenna skúlan
  • Næmingarnir skulu verða eggjaðir til at seta spurningar til alt millum himmal og jørð og at hugsa sjálvstøðugt
    Starvsfólkið verður eggjað til at taka skeið og vitja aðrar skúlar hvørt ár, fyri at fáa nýggjan íblástur

Hvørji krøv verða sett til lærararnar?

  • Fyrst og fremst er umráðandi, at teir hava námsfrøðiliga útbúgving, sum gevur neyðugu førleikarnar til undirvísing
  • Lærararnir mugu kenna visiónina fyri skúlan og taka undir við henni fyri at kunna arbeiða á skúlanum. Tað er umráðandi fyri, at skúlin kann fremja tey mál, sum eru sett
  • At teir hava hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • At teir duga at samstarva og eru til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á skúlanum

Verða børnini ikki alt ov avbyrgd frá umheiminum á einum kristnum frískúla?

  • Hvør einstøk lítil planta hevur brúk fyri verju, ljósi, hita og føðsluevnum. Soleiðis er eisini við barninum. Tryggleiki er ein fortreyt fyri læring, tí er umráðandi, at umhvørvið og karmarnir kring barnið eru við til at skapa hetta
  • Ein lítil skúli kann blíva avbyrgdur. Hetta kann henda bæði á einum kommunalum og einum kristnum frískúla. Tí mugu vit royna at mótarbeiða hesum við at eggja foreldrum til, at næmingarnir eisini hava aðrar vinir, har tey búgva. At taka lut í frítíðarítrivi í nærumhvørvinum er eisini við til at mótarbeiða avbyrging