Frítíðarstovan

Frítíðarstovan opnar kl. 7.30 á morgni og stongir kl. 17.00 seinnapartin. 

Í heystfrítíðini og páskafrítíðini er møguleiki hjá teimum, sum velja fulla tíð í forskúlanum og 1. og 2. flokki at koma í frítíðarstovu somu dagar, dagstovnarnir eru opnir. Men í jólafrítíðini er frítíðarstovan stongd samtíðis sum skúlin.

Frítíðarstovan er opin fyri teimum, sum hava fulla tíð í forskúlanum, 1. og 2. flokki tvær vikur aftaná, at skúlin stongir í summar. Neyðugt er at tilmelda seg eina viku frammanundan, um ynski er at gera brúk av hesum tilboði.