Tíðindi

Skúlafótbóltur í Vági

nov 19. 2018

31. oktober luttók 4. flokkur í skúlafótbólti í Vági. Dreingirnir í 4. flokki greiða her frá túrinum:

Dreingirnir máttu upp ordiliga tíðliga, tí at Smyril sigldi kl. 8.30. Umborð spældu dreingirnir krógva og blunda, pikk, kort, og teir keyptu okkurt lekkurt í kioskini.

Fótbóltskappingin byrjaði kl. 10.00. Tað vóru nógv ymisk lið - har vóru gentulið, dreingjalið og blandað lið. 4. flokkur kappaðist í dreingjabólkinum. Liðið hjá teimum æt Kulio. Tað gekk bara heilt væl, teir vunnu ein, javnaðu ein og taptu tríggjar. Millum dystirnar klatraðu dreingirnir á klatrivegginum.

Tá dreingirnir vóru lidnir at sparka, fóru teir í Pálshøll at svimja. Teir sluppu eisini í sauna. 

Á veg heim fekk onkur sjóverk.

Dreingirnir í 4. flokki vóru heima seint um kvøldið, uml kl 22.00-22.30. Teir siga, at túrur var góður og stuttligur.

Nýggjastu tíðindi

Filmur frá evnisvikuni
apr 2. 2024
Spæliplássið tikið í brúk!
mar 20. 2024
Áhugaverdur felagsforeldrafundur
mar 14. 2024
Evnisvika
mar 11. 2024
Felagsforeldrafundur mikudagin 13/­3 kl 19
mar 5. 2024
Myndarøð