Heilsupolitikkur

Heilsupolitikkur á skúlanum

Kanningar vísa, at børn klára betri at samla seg í skúlanum, tá tey fáa heilsugóðan kost. Tí vilja vit sum skúli eggja tykkum, sum foreldur, at geva børnum tykkara ein góðan matpakka við í skúla, sum inniheldur fjølbroyttan og góðan mat.

Á skúlanum fáa børnini mjólk og vatn at drekka. Vit vilja heita á tykkum ikki at geva teimum sunnkist ella saft við í skúla.

Hvønn morgun fáa børnini  í forskúlanum frukt á skúlanum. Frukt verður niðurskorin og givin teimum umleið kl. 10 hvønn morgun. Um tit vilja, at børnini fáa meir frukt um dagin, kunnu tit geva teimum tað við í matpakkan. Frá 1. flokki og uppeftir mugu foreldrini geva børnunum frukt við í skúla.

Hvønn fríggjadag (millum heystferiuna og páskaferuna) er kalt borð á skránni, so tá skulu børnini ikki hava matpakka við. Børnini taka breyð ella viðskera við í skúla, sum tey fáa boð um.

Eitt, sum kann órógva okkara heilsupolitikk á skúlanum, er um børn taka góðgæti við í skúla. Tí vilja vit heita á tykkum, um ikki at lova børnunum at hava hetta á skúlanum. Børnini, sum ganga í frítíðarstovuni,  fáa millummáltíð umleið kl. 14.30 hvønn dag. Á matarskránni er ymiskt so sum: Bollar, pitsasniglar, frukt, grønmeti, vaflur o.a. 

Onkur hugsar kanska: “Hvussu so, tá onkur hevur føðingardag?” Her halda vit, at tað er upp til tykkum foreldur, hvussu tit gera. Um tit velja at taka okkurt við inn á skúlan (kanska serliga í teim yngru flokkunum), vilja vit geva tykkum eitt hugskot. Umframt at tit kanska taka kaku, ís ella líknandi við, so hevði verið gott við onkrum sunnum á borðinum eisini. T.d. skorin frukt ella gularøtur/agurk. Børnunum dáma sera væl frukt.