Tíðindi

Ungdómsundirvísing

okt 10. 2018

Skrivað hevur Hanus O. Høj

Mikudagin tann 3. okt. fóru vit inn í barnasalin í tveir tímar. Búgvi Olsen, sum er hjálpar pastorur í Kelduni, kom at undirvísa okkum. Hann lærdi okkum um heimsáskoðanir. Heimsáskoðan liggur aftanfyri tær meiningar, vit fólk hava um lívsins viðskifti. Tað var stuttligt, men eitt sindur flovisligt at siga okkurt.

Hósdagin tann 4. okt. vóru vit til ungdómsundirvísing allan dagin. Tað byrjaði við morgunmati, so var upplegg um ymiskar áskoðanir við Høgna Johannesen, hann var stuttligur og setti okkum í skák mát alla tíðina. Í fyrstuni tordi ongin at siga nakað, men so byrjaði onkur og so øll at tosa. Síðani var bólkaarbeiðið og kjak, og har fingu vit spurningar, og so fóru vit í bólkar og skuldu kjakast um spurningarnar, tað eisini stuttligt. So fingu vit eina langa fríløtu, og aftaná tað var vanligt valfak.

Fríggjadagin tann 5. okt. byrjaði tað við uppleggi um miðlar, tá ið vit komu í helvt í tímanum fingu vit frukt, og so var bólkaarbeiði, síðani var eitt langt Effo fríkorter, har vit kundu keypa og so koma yvir aftur, og síðsta tíma tóku vit saman um tað, sum høvdu lært tann dagin og hinar dagarnar, og so var vikuskifti.

Mánadagin tann 8. okt. byrjaði tað við einum filmi og frukt. Filmurin er á NETFLIX og eitur “A MATTER OF FAITH”. Hann var ordiliga góður. Evnið í filminum var um eina trúgvandi gentu, sum byrjaði í student. Har hevði hon ein lærara í lívfrøði, sum trúði uppá menningarlæruna, og hetta fekk hana til at ivast í sínari trúgv. Tá ið filmurin var liðugur fingu vit eina langa fríløtu. Síðsta tíman tann dagin høvdu vit bólkaarbeiðið, sum var í mun til filmin.

Næsti partur kemur í novembur.

Nýggjastu tíðindi

Filmur frá evnisvikuni
apr 2. 2024
Spæliplássið tikið í brúk!
mar 20. 2024
Áhugaverdur felagsforeldrafundur
mar 14. 2024
Evnisvika
mar 11. 2024
Felagsforeldrafundur mikudagin 13/­3 kl 19
mar 5. 2024