Tíðindi

Kunning

mai 4. 2020

Góðu foreldur og avvarðandi.

Sum kunngjørt, byrjar skúlagongdin hjá 4.flokki aftur hesa vikuna. Komandi mánadag kemur 5. flokkur eisini aftur í skúla . Tað merkir so, at bara 6. og 7. flokkur skulu arbeiða heimanífrá. Tískil verða nakrar broytingar gjørdar, so vit hava møguleika at hýsa øllum og samstundis halda okkum til tilmælini frá myndugleikunum.
Skúlagongdin hjá 4. flokki byrjar aftur mánadagin 4. mai. Komandi tíðina verða næmingarnir í skúla frá kl. 9.30-13.30, tó til kl.13 fríggjadag. SSL koyrir enn við skerdari ferðaætlan, og tí hava næmingarnir ikki møguleika at koma við bussi í skúla sum vanligt, men vónandi kemur hetta í rættlag skjótt.
Nærri kunning er løgd á vikuætlanina hjá flokkunum.
Eru spurningar ella ivamál eru til vælkomin at tosa við flokslæraran ella at ringja til mín fart. 748755 Annika

Nýggjastu tíðindi

Filmur frá evnisvikuni
apr 2. 2024
Spæliplássið tikið í brúk!
mar 20. 2024
Áhugaverdur felagsforeldrafundur
mar 14. 2024
Evnisvika
mar 11. 2024
Felagsforeldrafundur mikudagin 13/­3 kl 19
mar 5. 2024