Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan skúlans

Í Frískúlanum Kelduni leggja vit stóran dent á, at øll trívast. Allir næmingar hava rætt til at kenna seg tryggar, vardar og virdar. Í skúlanum læra vit børnini týdningin av at virða øll, eisini tey, sum hava eina øðrvísi hugsan enn vit sjálvi. Grundhugsanin, tá talað verður um atburð, er tann gylta reglan: “Tað, sum tú vilt, at onnur skulu gera ímóti tær, skalt tú gera ímóti teimum”. Við hesum er eisini kristna meginreglan: “elska næsta tín, sum sjálvan teg” okkara mál altíð.

Við hesum ynskja vit at arbeiða fyri:

  • At tað er pláss fyri øllum 
  • At øll kenna seg sædd, hoyrd og viðurkend 
  • At vit hava umsorgan hvør fyri øðrum 
  • At øll læra at lurta hvør eftir øðrum og virða hvør annan 
  • At øll kenna seg trygg og mennast fakliga, sosialt og í persónligum dygdum 
  • At øll fáa so gott sjálvsvirði sum gjørligt 
  • At øll tora at siga sína hugsan 
  • At øll kunnu arbeiða saman   

Fyri at tryggja okkum at øll trívast, og at vit leggja til merkis, um so skuldi verið at onkur ikki trívist, hevur flokstoymið í hvørjum flokki fund einaferð um mánaðin, har ein ávegis meting verður gjørd av trivnaðinum, tí fakliga og karakterbygging.  

Undir heitinum karakterbygging leggja vit dent á at læra næmingarnar góðar dygdir og lívsvirðir, fyri soleiðis at skapa trivnað og fyribyrgja happing. 

Vit eru partur av TÍTT verkætlanini (Tiltøk í tøkum tíma), sum fleiri aðrir skúlar eisini eru partur av. TÍTT verður brúkt sum eitt amboð fyri at máta trivna í flokkunum.

Trivnaður – sum øll starvsfólk hava ávirkan á 

Á vikuligu námsfrøðiligu fundunum verður skúlahugsjónin, og innihaldið í skúlanum sum heild, regluliga viðgjørt. Herundir verður eisini tosað um komandi trivnaðarátøk. Á námsfrøðiligum fundi á vári, verður trivnaðarætlanin tikin fram og endurskoðað av øllum pørtum. Hon verður síðani løgd fram á fyrsta felags foreldrafundi í skúlaárinum og løgd út aftur á heimasíðuna. 

Av ítøkiligum átøkum til frama fyri menning og trivnað, hava vit m.a. hesi felags tiltøk í skúlanum: 

  • Einstaklingaætlanir 
  • Morgunløta 
  • Sangløtur 
  • Evnisdagar 
  • Verkstaðardagar fyri allan skúlan og fyri flokkar hvør sær 
  • Rennidag 
  • Ítróttardagar 
  • Jólahald 
  • Útferðir 
  • Seturskúlar 
  • Flokkar sova í skúlanum 
  • Flokkar hava hugnadag eftir skúlatíð 
  • Foreldraviðtalur 
  • Næmingasamrøður
  • Spæliavtalur í teimum yngru flokkunum
  • Trivnaðardagar 
  • Spæliliðið skipar fyri virksemi í fríløtunum 
  • Grilldagur
  • Ársætlanir fyri flokkin
  • SSP átøk 
  • AKT átøk 

Afturat teimum afturvendandi tiltøkunum í skúlanum, arbeiðir hvør flokkur við: Samverureglum, floksreglum, næmingasamrøðum og spæliavtalum/vinarbólkum.

Á fyrsta felags foreldrafundinum verða foreldraumboð vald, sum eru millumliðið ímillum foreldur og flokslærara. Síðan eggja vit foreldrum at skipa fyri sosialum/hugnaligum tiltøkum uttanfyri skúlan  – í minsta lagi tvær um árið – fyri at stuðla undir trivnaðin í flokkinum. 

Vantandi trivnaður og happing 

Um eitt barn tó upplivir, at útihýsing úr felagsskapinum versnar og verður so ógvuslig, at samspælið skeiklast, er talan um happing. Talan er soleiðis um happing, tá ið likamlig, sosial og/ella óbeinleiðis útihýsing fer út um mørk og tekur yvirhond - tilætlað ella ikki. 

Happing - hvat so? 

Um eitt barn kennir seg útihýst ella happað, er týdningarmikið, at bæði skúli og foreldur taka barnið í álvara. Um barnið sigur foreldrunum frá, at tað verður happað, ella foreldur merkja á barninum, at okkurt er áfatt, ynskja vit sum skúli, at fáa hetta at vita, so vit saman kunnu hjálpa barninum og skúlin kann arbeiða við floksmentanini, so øll kunnu trívast.   

Viðgjørt av øllum pørtum og dagført 5. sept. 2022.