44 25 02
friskulin@keldan.fo

Office 365

Mentamálaráðið hevur gjørt av at niðurleggja FirstClass, og at allir skúlar í Føroyum nú skulu nýta Office365 til teldupost.

Filmur um, hvussu næmingar rita inn á skipanina sæst her: https://youtu.be/WsAhMYkAZ9k

Umframt teldupost gevur Office365 næmingum atgongd til Office-pakkan (Word, Excel, PowerPoint o.s.fr.). Næmingarnir fáa rættindi at taka hesi forrit niður og leggja tey á fimm teldur/teldlar/telefonir. Office365 kann eisini nýtast sum skjalagoymsla.

Framtíðarætlanin er, at næmingar lata uppgávur inn og fáa afturmelding umvegis Office365, harvið slepst undan pappírsuppgávum.

Tá ið næmingarnir skulu rita inn á skipanina, nýta teir leinkjuna innrita.skulin.fo. Brúkaranavnið hjá næmingum verður tað sama sum á FirstClass, men loyniorðið er broytt. Nýggja loyniorðið til Office365 verður “gamla loyniorð” + FSK2017 (t.d. pd6aFSK2017).