44 25 02
friskulin@keldan.fo

Kunnandi fundur um Frískúlan Kelduna 24. jan.

Kunnandi fundur verður mikudagin 24. januar kl. 19. Foreldur og avvarandi hjá børnum í forskúlaaldri og 1. flokki 2018/19 verða boðin til kunning um skúlatilboðið í Frískúlanum Kelduni. Møguleiki verður eisini fyri at innskriva børn í forskúla og 1. flokk.  

Frískúlin Keldan er ein kristin frískúli, har dentur verður lagdur á kristnu virðini. Okkara endamál er skapa eitt umhvørvi við íblástri, trivnaði, læring og persónligum vøkstri.  

Forskúli, skúli 1.-7. flokk og frítíðarstova eru alt á einum staði. Karmarnir eru góðir í náttúru vinarliga umhvørvinum í Skálafirði.  
Sí annars heimasíðu okkara: www.fsk.fo    

Ynskir tú fleiri upplýsningar, kanst tú ringja til skúlaleiðaran. 


Jastrid Høj
Fartlf. 232510