Tíðindi

Kunnandi fundur um Frískúlan Kelduna mikudagin 16. januar kl. 19

jan 7. 2019

Kunnandi fundur um frískúlan verður mikudagin 16. januar kl. 19, har øll eru vælkomin.
Møguleiki verður eisini fyri at innskriva børn í forskúla og aðrar flokkar.

Frískúlin Keldan er ein frískúli, har dentur verður lagdur á kristnu virðini. Okkara endamál er skapa eitt umhvørvi við íblástri, trivnaði, læring og persónligum vøkstri.

Forskúli, skúli 1.-7. flokk og frítíðarstova er alt á einum staði. Karmarnir eru góðir í náttúruvinarliga umhvørvinum í Skálafirði.

Sí annars heimasíðu okkara: www.fsk.fo

Ynskir tú fleiri upplýsningar, kanst tú ringja til skúlaleiðaran.
Jastrid Høj Fartlf. 232510

Nýggjastu tíðindi

Spæliplássið tikið í brúk!
mar 20. 2024
Áhugaverdur felagsforeldrafundur
mar 14. 2024
Evnisvika
mar 11. 2024
Felagsforeldrafundur mikudagin 13/­3 kl 19
mar 5. 2024
Skúla­leikir
feb 28. 2024