Tíðindi

Heystferian er kul, tí...

okt 12. 2018

Í dag byrjar heystferian.

Næmingarnir í 2. flokki halda, at heystferian er kul, tí...

Nói: Man hevur frí í eina viku, og man kann dasa leingi og spæla Pixel Gun

Aleksandur: Eg vil spæla Fortnite og game'a og ganga nógvar túrar úti og renna

Tróndur: Tá fari eg at fletta, spæla playstation og fótbólt

Filip: Tí eg sleppi at game'a og spæla teldu

Liviu: Tá kann man spæla Fortnite og Overwatch, og eg og beiggi mín sparka og berjast og spæla telduspøl og fara út.

Jóhannes: Tí eg ikki skal gera skúlating

Kristvar: Tí eg kann spæla Fortnite og game'a og súkkla

Jónhild: Tá kann man spæla við vinir og hugna sær við familjuni og súkkla og eta nógv bomm

Hanna: Eg fari at súkkla og spæla við Ann og Facetimea við mínar ommur, tí at tær eru í Danmark (kanska abbi eisini er í Danmark). Eg fari at eta bomm og hyggja eftir film.

Bjørt: Eg fari et hugna mær saman við familjuni, og vit hava tað stuttligt heima við vinunum. Vit hava tað stuttligt hjá ommu, og vit gera blóðpylsu. Og eg elski at hyggja í telefon, tí mamma hevur Super Slime

Sólja: Mær dámar ikki so ræðuliga væl at hava heystferiu, tí eg vil heldur vera í skúla og læra nógv, men tað, sum eg elski við heystferiu, er, at síggja ommu og abba í Danmark og eta bomm og hugna mær saman við familjuni :)

Lovisa: Eg fari at eta bomm og hyggja eftir film. Eg fari at vera saman við mínari familju

Anthonia: Tí eg fari at súkkla og eta bomm og hugna mær saman við familjuna

 

2. flokkur ynskir øllum eina góða heystferiu.

Nýggjastu tíðindi

Filmur frá evnisvikuni
apr 2. 2024
Spæliplássið tikið í brúk!
mar 20. 2024
Áhugaverdur felagsforeldrafundur
mar 14. 2024
Evnisvika
mar 11. 2024
Felagsforeldrafundur mikudagin 13/­3 kl 19
mar 5. 2024