Tíðindi

ABC fyri sálarliga heilsu

sep 30. 2021

Ver virkin saman við okkum í oktober og ger okkurt gott fyri sálarligu heilsuna! Fríggjadagin 1. oktober byrjar átakið "Virkin oktober". Við trimum álmanakkum til børn, ung og vaksin hava vit nøkur uppskot til, hvussu tú kanst vera virkin bæði kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga hvønn dag í oktober. Hvør dagur inniheldur nøkur hugskot, sum tú kanst brúka í gerandisdegnum til at styrkja sálarligu heilsuna. Tað kann vera smáar gerðir, sum enntá ikki noyðast at taka so nógva tíð og sum kunnu vera púra ókeypis. Álmanakkarnir síggjast niðanfyri. Les meira um átakið á www.folkaheilsa.fo

Nýggjastu tíðindi

Filmur frá evnisvikuni
apr 2. 2024
Spæliplássið tikið í brúk!
mar 20. 2024
Áhugaverdur felagsforeldrafundur
mar 14. 2024
Evnisvika
mar 11. 2024
Felagsforeldrafundur mikudagin 13/­3 kl 19
mar 5. 2024
Myndarøð