Læring (VAKT)

Lærihátturin VAKT

Á frískúlanum, Kelduni vilja vit, at VAKT lærihátturin sæst aftur í heildar undirvísingini á skúlanum. Kanningar vísa, at børn læra við at brúka teirra sansir. Jú fleiri sansir verða brúktir í undirvísingini, tess betur er tað. Børn eru jú so ymisk, nøkur børn læra best, tá nakrir sansir verða brúktir, meðan onnur læra best, tá aðrir sansir verða brúktir.

Við læriháttinum VAKT verða ymiskir arbeiðshættir/undirvísingarhættir brúktir í samband við næmingavirksemi, sum leggja dent á næminganna Visuella, Auditiva, Kinestetiska og Taktila tørv. Undirvísingin verður fyrireikað soleiðis, at allir hesir sansirnir í mest møguligan mun verða brúktir, so undirvísingin gerst viðkomandi fyri allar næmingarnar.

Visuelli sansurin

Læring ígjøgnum:

  • Eyguni, at síggja, fylgja við frágreiðingum 
  • Forskriftir, sum eru skrivaðar ella teknaðar
  • Upplýsingar við myndum, kortum og grafum
  • Tekning, útklipp og film

Auditivi sansurin

Læring ígjøgnum:

  • Oyruni, at hoyra og talu
  • Langar frágreiðingar, fyrilestrar og søgur
  • Kjak – fyri ella ímóti – og hvat skal gerast
  • Tónleik og rytmu (t.d. skjaldur, rapp ella syngja bíbliuørindi)
  • At endurgeva innihaldið í eini søgu ella frásøgn ella lýsa persónar

Kinæstetiski sansurin 

Læring ígjøgnum:

  • Rørslur, tá okkurt verður gjørt
  • Spæl, drama og tekn til tað, sum verður sagt
  • Rørslusangir, tramp og hopp

Taktili sansurin

Læring ígjøgnum:

  • At nema við, handarbeiði (modollera, seyma ella binda)
  • Røra við skapið á t.d. einum bókstavi
  • At nerta vit ting, sum hava samband við tað, sum lært verður

Umleið 70-80% av børnunum kunnu læra væl við læriháttum, sum eggja tí visuella og auditiva sansinum. Hini 20-30% læra ikki so væl á henda hátt, men hinvegin stimbran í tí Kinæstetiska og Taktila sansinum. Hesi eru ofta órólig og órógvandi, um undirvísingin ikki verður tillagað teimum eisini. Øll – bæði veikir og sterkir næmingar - vilja fáa eitt størri útbýti ígjøgnum eina undirvísing, sum brúkar fleiri sansir. 

Á frískúlanum, Kelduni vilja vit tí skapa eitt umhvørvi, sum stimbrar fleiri sansum, fyri at geva eina so góða undirvísing sum gjørligt.