Karakterbygging
Vit meta at karakterbygging hevur stóran týdning tí at:
- Karakterurin sæst í persóninum, tá avgerðir takast í lívinum
- Karakterurin avgerð tín hugburð, orð og handlingar
- Flestu trupulleikar og framgongd í lívinum botna í karakterinum
- Góður karakterur verður royndur tá ein persónur møtir truplum støðum
- Karakterur er tað, sum vit eru og tað, vit gera, tá ongin sær okkum
Góðar dygdir eru góðar at duga sum menniskja og framtíðarborgari, t.d.:
- At hava virðing fyri vaksnum og tey við myndugleika.
- Tol og úthaldni
- At vera tolin, álítandi og trúfastur
- At vera ærligur og sannur
- At vera glaður, tryggur, fyrigevandi, nøgdur o.s.v.
- Trúgv, vón og kærleiki
- Samkensla og gávumildi
- Rættvísi, friður o.s.v.
Hvønn mánaða leggja vit dent á ymiskar karakter dygdir. Vit fortelja søgur, sum lýsa ymiskar dygdir, tosa um innihaldið og boðskapin og læra børnini at vaksa í hesum ígjøgnum lættar uppgávur.