Kristna trúgvin
Tann kristna trúgvin er virðisgrundarlagið, sum skúlin byggir á. Sannføringin um, at øll menniskju eru skapað í Guðs mynd, merkir, at hvørt menniskja hevur eitt serligt virði óansæð kyn, religión, útsjónd, hugburð ella førleika. Hetta sjónarmið eggjar næmingum og lærarum at møta hvørjum øðrum við virðing, og at læra seg at elska sín næsta, sum seg sjálvan. Tann kristna trúgvin hvílir á tí ápostolisku trúarjáttanini, teimum 10 boðunum og á tí boðskapi, sum evangeliini hava.