Einstaklingaætlanir

Ætlanir fyri hvønn einstakan næming

Hvør einstakur næmingur á frískúlanum hevur eina mappu, har ymisk mál verða sett hvørt ár um heysti. Hetta eru mál í samstarvi við næming og foreldur, sum verða sett og skrivað niður. Talan kann vera um faklig, sosial, likamlig og andalig mál. Um várið verða hesi mál eftirmett aftur saman við foreldrum og næmingum. Alt hetta verður savnað í einari mappu, sum liggur á skúlanum.