Alt menniskjað

Soleiðis ynskja vit at menna næmingin

Í kunnleika

  • Taka støðið í tí einstaka
  • Læra næmingarnar at kenna sín lærihátt og at menna hann í undirvísingini
  • Gera menningarætlanir fyri hvønn næming og hava regluligar eftirmetingar saman við foreldrum og næmingum
  • At KT er ein dagligur partur av undirvísingini.

Sosialt

  • Vit seta trivnaðin í hásætið og fyribyrgja happing
  • Læra næmingin at samskifta við onnur menniskju
  • Læra at virða annaðleiðis hugsandi.

Likamliga

  • Leggja dent á ein heilsugóðan lívsstíl, at næmingarnir skulu røra seg ein part av degnum og læra um heilsugóðan mat
  • Mennast í einum skapandi umhvørvi úti og inni
  • Gera brúk av náttúruvinarliga umhvørvinum í Skálafirði við haga, fjøru og á.

Andaliga

  • Vísa á góðar søguligar og bíbilskar fyrimyndir sum t.d. móðir Theresu og Jesus. Arbeiða við eginleikum frá ymsum fyrimyndum, sum geva eitt grundarlag fyri karakterbygging
  • Geva rúm fyri grundleggjandi lívsspurningum