Skúlaárið 2019-20

Hugsavnan, eygleiðing og tekning

Hósmorgunin 5. september var ein sera vakur og stillur morgun at vakna til. Vit tóku møguleikan og fóru út at arbeiða.

Næmingarnir í 5., 6. og 7. flokki arbeiddu hugagóðir eftir einum einføldum leisti.

Fyrsta uppgáva var at finna eina blómu ella eitt blað, ið tey ynsktu at tekna. Næsta uppgáva var at eygleiða og síðani skjótt og einfalt at tekna og leggja litir. Ein einføld og hugsavnandi uppgáva, ið flestu næmingar tóku væl í móti hendan góðveðursdagin í september.