Skúlaárið 2019-20

"Dagsins hugskot"

Afturat teimum vanligu skúlatingunum hava næmingarnir í FSK eisini fingið aðrar uppgávur, sum tey kunnu royna seg við heima. Hesa ferð var 'Dagsins hugskot' at baka eina kaku. Tað ljóðar kanska ikki sum skúlating, men tú kanst kortini læra eina rúgvu av tí. Tú lærir teg at lesa eina uppskrift, máta og viga, brúka ymisk amboð, fylgja eini mannagongd o.a.

Tit eru vælkomin at senda okkum myndir av tykkum, um tit gera 'Dagsins hugskot'. Innsendu myndirnar eru at síggja niðanfyri.